Búmerkið hjá felagnum
13. nov. 2025

Lesidagur.

Hósdagin 13. novembur var stórur lesidagur í skúlanum. Vit byrjaðu dagin við at tendra jólaperurnar hjá skúlanum. Eftir hetta spældu vit nøkur spøl á vøllinum og síðani inn at fáa bollar og heitt kakao. Aftaná fóru vit í gongd við myrkalesing, áðrenn næmingar sloppu at hoyra Magnus lesa eina søgu. Tá ið matfríkorterið var liðugt var makkaralesing, har tey eldru lósu fyri teimum yngru. Hetta var ein sera væl eydnaður dagur, ið heilt sikkurt verður aftur á skrá komandi ár.

Fleiri myndir.