Heim & Skúli
Túr til skoytibreytina
Magnus í Króki |
tann: 08.12.2020 |
Túr til skoytibreytina
Hósdagin 10. desembur fara vit ein túr til skoytibreytina.
Vit fara frá skúlanum við bussinum kl. 8.15 og vit eru aftur á skúlanum kl. 11.10.
At hava við:
- Matpakka
- Drekkifløsku
- Masku til bussin
- Evt. hjálm til skoytibreytina
Tað er ikki neyðugt at hava annað við hendan dagin.
Reglugerð fyri skoytibreytina (tikið frá torshavn.fo)
Á skoytubreytini skal tað vera stuttligt at vera, men nakrar reglur eru:
- Hav fyrilit fyri øðrum og ansa tær sjálvum – vandamikið spæl og óansin framferð á breytini eru ikki loyvd
- Skoytitíðin er í mesta lagi 60 minuttir
- Børn, sum eru 7 ár og yngri, skulu vera undir eftirliti av vaksnum
- Tað er ikki loyvt at skoyta ávirkaður av rúsevnum ella at roykja á breytini
- Eingin ábyrgd verðu rtikin fyri virðislutir o.ø.
- Mælt verður til at nýta súkkluhjálm
- Tað er ikki loyvt at hava djór á breytini
- Tað er ikki loyvt at kasta pappír o.a. á breytina
- Tað er ikki loyvt at gera skaða á breytina ella girðingina við skoytum ella øðrum hvøssum lutum
- Tað er ikki loyvt at sita á ella hoppa upp um girðingina kring breytina
- Viðmerkingar kunnu sendast á t-post: hollin@torshavn.fo ella ring 291470
- Boð frá starvsfólkinum skulu fylgjast uttan drál, annars kann tað viðføra burturvísing