Vikuætlan.
Føst boð
Kannið pennahúsan!
Blýantar, viskileður, blýantsspískari og lineal skal vera í hvønn dag.
Betri Vinir
Bamsa kemur við heim í vikuskiftinum. Hon hevur eina dagbók við, har, tey, ið hava havt hana við heim skriva í, og taka við í skúla mánadagin. Tað er ikki neyðugt, at skriva ein langan tekst, bara eitt sindur um, hvat tey hava gjørt í vikuskiftinum. Tilber eisini at klistra eina mynd í, men hetta er einki krav. Næmingarnir kunnu eisini gera eina tekning við síðurnar av tekstinum.
Hetta vikuskiftið, hevur Bjartur Bamsu við heim.
-
Føroyskt
Heima:
Lesa 15 min. í frílesingsbók.
og
Lesa s. 32-33 í lesibókini um bókstavin Úú. Næmingarnir syngja sangin saman við einum vaksnum og tosa um tekstin.
Í skúlanum:
Vit arbeiða við bókstavinum Úú.
-
Føroyskt
Heima:
Lesa 15 min. í frílesingsbók.
og
Lesa s. 34-35 í lesibókini um bókstavin Mm. Næmingarnir syngja sangin saman við einum vaksnum og tosa um tekstin.
Í skúlanum:
Vit arbeiða við bókstavinum Mm. -
Rokning
Heima:
Rokna til og við s. 113. -
Ítróttur
Vit hava ítrótt í høllini.
At minnast til:
- Innanduraskógvar ella fimleikasokkar
- Handklæð
-
Føroyskt
Heima:
Lesa 15 min. í frílesingsbók.
Í skúlanum:
Vit gera manglandi uppgávur og arbeiða í Firvaldsbók.
-
Kristni
Vit hoyra søguna um Gideon
-
H/L
Vit mála skálirnar
-
Bókadagar
Vit fara ein túr í NLH til Bókadagar. 0.-2. flokkur fer at hoyra um bókina 'Surr' meðan 3.-6. flokkur fer at hoyra um bókina 'Leyp nú, Eva'.
Vit eru aftur kl. 10.40, og tá er vanlig undirvísing.